Gjáramorgunin fekk vaktarskipið Brimil boð um, at snellubáturin Tindur, ið var staddur á Skeivabanka, hevði fingið maskinbrek.
Brimil, sum var staddur vestan fyri, setti beinanvegin kós móti Tindi.
Stutt eftir middag var Brimil hjá Tindi, setti enda á bátin, og byrjaði at sleipa.
Brimil verður á Havnini við Tindi gjárkvøldið.