Tina Turner á konsertferð fyri fyrstu ferð í 10 ár

Legendan Tina Turner byrjar nú fyrstu konsertferð sína í yvir 10 ár í Sprint Center í Kansas City, har hon mangan áður hevur spælt.

- Eg havi verið burtur úr heimlandi mínum í 12 ár og tá ið vit skuldu leggja konsertferðina til rættis, valdu vit at byrja í ein av býunum, sum eg havi nógv minnir um.

 

68-ára gamla songkvinnan lovar áskoðarunum eina stóra konsertuppliving:

 

- Fólk fáa teir sangir, eg haldi, tey gjarna vilja hoyra, men á ein øðrvísi hátt enn higartil, sigur hon frá.

Næstan øll norðuramerikanska konsertferðin hjá Turner er útseld og meginparturin av evropeisku konsertferðini er eisini útseld.