Tina er nýggj forkvinna

Kvinnufelagið í Havn hevur fingið nýggja forkvinnu


Kvinnufelagið í Havn hevði aðalfund í gjárkvøldið og har varð Tina K. Jacobsen, vald til forkvinnu.

Hon tekur við eftir Katin Gaard, sum fór frá.

 

Í nevndini sita nú:

 Tina Jakobsen er nú forkvinna

Bjørg Jacobsen heldur fram sum skrivari

Eyrith G. Leyni heldur fram sum peningarøkil

Rigmor Dam varð vald til nevndarlim

Helena Fríðheim heldur fram sum nevndarlimur

Turið Holm heldur fram sum tiltakslimur

Annika A. Gregoriussen varð vald til tiltakslim

Birta Biskopstø varð vald til tiltakslim

 

At umboða Kvinnufelagið í Kvinnufelagasamskipanini, KSF, vórðu valdar Helena Fríðheim og Birta Biskopstø, og Tina K. Jakobsen varð vald sum tiltakslimur.

Birna Gaard varð vald til nevndarlim í  Mettugrunninum.

 

Annars samtykti aðalfundurin, at felagið skal vera munandi sjónligari og virknari enn tað hevur verið.

 

Felagið hevur góðar karmar at virka undir úti á Reyni, og kvinnusakin hevur brúk fyri at endurnýggja, so at nútíðar kvinnur kenna seg  umboðaðar í landsins størsta kvinnufelag, sigur nýggja nevndin.

Tí fer felagið nú at skipa fyri tiltøkum skulu hvønn mánað og fyrsta tiltakið, verður 19. mai.