Fyrrverandi ukrainski forsætisráðharrin Julia Timosjenko stendur ovast á felagslistanum hjá andstøðuni til tjóðartingsvalið, sum verður í oktober. Timosjenko situr í fongsli, so tað er meiri eitt slag av einum mótmæli, at navn hennara stendur á listanum.
Tjóðartingsvalið í heyst er tað fyrsta síðani forsetavalið í 2010, tá Viktor Janukovitj varð valdur til forseta. Eygleiðarar vænta, at lond í Vesturheiminum fara at fylgja væl við valinum, og stjórnin í Kijev hevur fingið harðar ábreiðslur fyri ta viðferð, sum Julia Timosjenko hevur fingið.
Fyrrverandi forsætisráðharrin fekk í oktober í fjør sjey ára fongsul fyri at hava misbrúkt sítt vald, tá hon var forsætisráðharri.
Fyrrverandi innanríkisráðharrin Jurij Lutsenko stillar eisini upp fyri andstøðuna. Hann hevur fingið fýra ára fongsul fyri valdsmisnýtslu.
Í Kijev vænta eygleiðarar, at fleiri flokkar fara at stilla upp, og millum valevnini verður væntandi tann kendi nevaleikarin Vitalij Klitschko, skrivar Reuters.