Time-out ella ikki

Jógvan Arge heldur Boga Andreasen vera yvirtulkaðan, tá hann er endurgivin fyri at siga, at hevur Jógvan Arge ikki hug at samstarva, kann hann fara úr samgonguni Í tíðindaskrivi, sum nú er sent miðlunum, sigur Jógvan Arge, at tað á fundi hjá Tjóðveldisflokkinum á miðdegi í dag varð staðfest, at tað var ongin grund til at skunda sær meir enn neyðugt at fáa samgongusamráðingarnar við Javnaðarflokkin frá hondini.

- Vit samdust um, at tann ætlaði samráðingarfundurin kl. 15.00 um samgonguskjalið sum heild skuldi verða útsettur, meðan tvey umboð fyri Tjóðveldi tá skuldu fara á fund við tvey umboð fyri Javnaðarflokkin at viðgera ein tann størsta knútin í møguligum samarbeiði við Javnaðarflokkin.

- Hesin knútur er spurningurin um, hvussu samgonguflokkarnir verða javnbjóðis umboðaðir í dagliga politiska arbeiðnum á Vaglinum. Spurningurin er reistur í ljósinum av gongdini í farna valskeiði, sum týðuliga vísir, at fólkaræðisligt undirskot er í skipanini hjá Tórshavnar kommunu.

- Eg meinti vit vóru samd um, at hetta var tað, sum málið snúði seg um í dag. Áðrenn nakað er frætt um, hvat komið er burtur úr hesum fundi, síggi eg á Portalinum, at Bogi Andreasen verður endurgivin fyri at siga, at um hann (Jógvan Arge) ikki hevur hug at samstarva við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, er hann vælkomin at fara úr.

- Hetta tilboðið havi eg bert fingið umvegis Portalin og ikki á floksfundinum á miðdegi. Eg gangi út frá, at floksfelagin er yvirtulkaður og at hann forklárar seg nærri, sigur Jógvan Arge í tíðindaskrivi.