Time: Noma hevur broytt danskan búskap

Amerikanska tíðarritið Time gevur matstovuni Noma ábyrgdina fyri, at tað gongur væl hjá danska búskapinum. Undir yvirskriftini “Hvussu ein matstova broytti danskan búskap” greinar blaðið týdningin, sum Noma hevur havt fyri danir.

Sambært blaðnum hevur Noma, sum hevur verið kosin heimsins besta matstovu og hevur fingið sera nógva umrøðu kring heimin, verið sentralt í framgongdini hjá Danmark. Tað er ikki bert matstovuvinnan, sum hevur gott av Noma, men eisini ostahandlarar, bryggjarí, fiskimenn, bøndur og onnur, og Noma hevur fingið talið á ferðafólkum í Danmark at økjast, heldur Time.

Noma verður samanlíknað við týdningin, sum matstovan elBulli hevði fyri Spania í 1980’unum.

Eingi ítøkilig tøl eru fyri, hvussu Noma hevur verið við til at ment danska samfelagið, men fleiri úttala seg blaðið um, at tey hava havt fyrimunir av umrøðuni, sum Noma hevur fingið. Og eigarin av Noma viðurkennir, at fólk nú hava fingið eyguni upp fyri Danmark sum matstovuland, og at tað lokkar fólk til Danmarkar.

- Fyri fimm árum síðani var tankin um, at fólk ferðaðust til Danmarkar fyri at eta láturligur. Tað hevði svarað til at farið á sólferiu í Bagdad, sigur René Redzepi við Time.