Stóra amerikanska blaðið Time, útnevnir hvørt ár ein almennan persón at verða ársins persón. Grundgevingin handan útnevningina er, at viðkomandi hevur set dagskránna í árinum í ein stóran mun, uttan at alit verður tikið til um tað er til tað góða ella ringa.
Ársina persónur í ár gjørdist Donald Trump, komandi forseti í USA. Tað er ikki óvæntað, at hann vinnur heiðurin í ár, eftir at hann vann á Hillary Clinton á forsetavalinum fyrr í ár. Fá spáddu honum at formáa sær nakað í kappingini um at gerast forseti, men hann skúgvaði alt til viks og vann, hóast hann var mettur at verða ov kontroversiellur at hava nakran møguleika.
Donald Trump vann heiðurin frammanfyri Hillary Clinton, ið gjørdist nummar tvey, og russiska forsetan Vladimir Putin, ið gjørdist nummar trý.
Aðrir vinnarar av ársins persóni hjá Time eru:
2010: Mark Zuckerberg, stovnari av Facebook.
2008 og 2012: Barack Obama, forseti í USA.
1996: David Ho, granskari innan AIDS sjúkuna.
1993: The peacemakers. Tað vórðu F.W. de Klerk og Nelson Mandels fyri at enda apartheid, umframt Yasser Arafat og Yitzhak Rabin fyri Oslo avtaluna millum Palestina og Ísrael.
1979: Ayatollah Khomeini, leiðarin á kollveltingini í Iran í 1979.
1958: Charles de Gaulle, forseti Fraklands.
1938: Adolf Hitler, fyrrverandi leiðarin í Nazistaflokkinum og kanslari í Týsklandi.