Timburhandilin bjóðar lyklaklár hús

Trygvi Mortensen sigur, at timburhandilin í Runavík hevur viðskiftafólk úr ymiskum heraðshornum, tó fyrst og fremst úr Eysturoy.
- Men vit røkka eisini norður til Klaksvíkar og yvir á Streymoynna, og nú undirsjóvartunnilin er komin undir Vestmannasundi, fáa vit eisini fyrispurningar úr Vágunum, sigur leiðarin

Timburhandilin í Runavík verður við á bústevuni.
        Trygvi Mortensen, leiðari, sigur, at tey fara at sýna fram ymisk sløg av parkettgólvum, amboð og møblar.
        - Vit hava leingi selt parkettgólv, bæði til nýggj hús og hús, sum verða umvæld ella umbygd. Fleiri sløg eru av parkett, og lætt er at leggja hesi gólvini á. Teppini, sum mong hava brúkt, verða skift út. Fólk eru farin at hugsa meira um reinu luftina, sigur hann.
        Timburhandilin hevur eina stóra amboðsdeild, og tí eru amboðini sjálvsagt eisini við á bústevnuni.
        - Á básinum, sum liggur miðskeiðis í ítróttarhøllini, hava vit ymisk amboð, eitt nú borimaskinur, pussimaskinur, skrúvumaskinur og vinkulslíparar.
        Trygvi leggur aftrat, at timburhandilin eisini fer at hava møblar við á bústevnuni.
        - Vit skipaðu eina timburdeild uppi á loftinum í timburhandlinum næstsíðsta ár. Higartil hava vit ikki gjørt so nógv burtur úr hesum, men ætlanin er at seta meira fokus á møbladeildina, og tí hava vit hendan partin við, sigur hann.
       
Tøk og hurðar
 
Eitt annað, sum timburhandilin fer at leggja dent á, er tøk og hurðar.
        - Vit fara at hava við okkum brosjurur, har vit vísa, hvat vit hava og kunnu útvega á hesum øki.
        Trygvi sigur, at sjálvandi er størsti parturin av umsetninginum hjá timburhandlinum tað timbur, sum selt verður.
        - Men tað sigur kanska ikki so nógv at seta nakrar fjalar upp á básinum. Tí leggja vit dent á at vísa fram útboðið, sum vit hava av øðrum, og sum eisini er viðkomandi á eini bústevnu. Vit vænta at síggja fólk, sum ætla sær at byggja ella fremja um-ella útbyggingar. Hesi eru vælkomin inn á básin at leita eftir hugskotum og fáa ráðgeving, sigur hann.
        Trygvi vísir á, at tað eru eisini tey, sum eru í holt við ella hava í hyggju at innrætta ein kjallara, sum kunnu fáa nógv burtur úr at síggja úrvalið, sum timburhandilin hevur.
 
Gamal í garði
 
Timburhandilin í Runavík hevur eina fleiri ára langa søgu, sum røkkur heilt aftur til fimtiárini, tá ið handilin húsaðist á havnalagnum, har Neta seinni hevði sítt virksemi. Í 1977 flutti handilin í nýggjan bygning við Fjøruvegin í Runavík, og har húsast handilin eisini í dag.
Alt fyritakssemi hjá Højgaards Handilsvirki telir í dag eini 30 fólk, sum starvast í timburhandlinum í Runavík, timburhandlinum, sum felagið eigur í Fuglafirði og í handlinum, Deild C, sum felagið eigur í Saltangará.
Trygvi sigur, at viðskiftafólkini koma úr ymiskum heraðshornum, tó fyrst og fremst úr Eysturoy.
- Men vit røkka eisini norður til Klaksvíkar og yvir á Streymoynna, og nú undirsjóvartunnilin er komin undir Vestmannasundi, fáa vit eisini fyrispurningar úr Vágunum, sigur hann.
       
Gongd í aftur
 
Trygvi, ið hevur starvast í timburhandlinum í 17 ár, harav tey seinastu árini sum leiðari, minnist aftur á kreppuárini fyrst í nítiárunum, tá ið ikki eitt einasta hús stóð í gerð í allari Eysturoynni.
        - Men í 1996 og 1997 byrjaði at ganga spakuliga uppeftir aftur, og fólk fóru aftur at hugsa um bygging og umvælingar.
        Hann vísir á, at byggingin í Eysturoy byrjaði aftur í Gøtu, Leirvík og hinumegin fjørðin, á Skála og Strondum, og á Toftum kom eisini gongd á aftur.
        - Hóast Runavíkar kommuna er nógv tann størsta av hesum, tók tað líkasum longri tíð, áðenn gongd kom á aftur her ? og nú er gongd í.
Trygvi sigur, at nýggj hús verða bygd á Høgaleiti í Runavíkar kommunu, ið honum kunnugt er einasta byggiøki, sum kommunan í løtuni hevur.
        - Tað er eisini áhugavert at síggja, at fólk, sum einki tilknýti hava til økið, seta búgv her, tí tey hava fingið sær arbeiði í Eysturoy ? ella, at menninir sigla við skipum, sum eru heimahoyrandi í oynni, sigur hann.
 
Lyklaklár hús
 
Trygvi sigur, at timburhandilin seinastu tíðina er farin inn á eitt nýtt øki at arbeiða.
- Vit kunnu nú byggja eini lyklaklár hús, um fólk ynskja tað. Fólk koma vit tekningum, og vit skipa fyri, at húsini verða bygd. Vit taka okkum eisini av, at aðrar tænastur, eitt nú hiti og sanitet, el og køkar og annað kemur uppá pláss. Á henda hátt eru vit høvuðsentreprenørur og kunnu veita viðskiftafólki eini lyklaklár hús, har tey sjálvi avgera, hvussu húsini skulu síggja út.
Hann sigur, at timburhandilin byggir ikki sniðhús, soleiðis sum vit
vanliga kenna tað, men byggir húsini eftir ynskjunum hjá teimum, sum skulu hava tey.
- Vit hava góðar timburmenn at heita á í slíkum føri, sigur hann.
Trygvi vísir á, at fólk yvirhøvur hava nógv um at vera, og tí eru tað
ikki øll, ið hava stundir og orku at byggja sær síni egnu hús.
        - Í hesum førinum eru vit avgjørt kappingarførir í prísi, leggur hann aftrat.
        Trygvi Mortensen, sum er 35 ára gamalur, gjørdist leiðari í timburhandlinum í Runavík eftir Eli Hansen í Saltangará, sum legði frá sær vegna aldur.
        Eli, sum hevur starvast í timburhandlinum í mong Harrans ár, er framvegis í starvi, tó við niðursettari tíð.