Timburarbeiðið útboðið

Klárt er nú at bjóða timbur- og snikkaraarbeiðið við nýggja dagstovnin í Sørvági út. Tilboðini skulu verða inni um ein mána

Sørvági: Biðið verður nú um tilboð upp á timbur- og snikkaraarbeiðið í samband við nýggja dagstovnin í Sørvági.
Jørð- og betong arbeiðið er gjørt í vetur. Alt arbeiðið við útgrevstri og kloakkering varð gjørt av Kristiani Olsen í Sørvági.
Síðan er stoypiarbeiðið og asfaltering av økinum eisini gjørt. Tað var Gutti Guttesen í Bø, sum stóð fyri tí arbeiðinum, sigur borgarstjórin í Sørvági, Jákup Suni Lauritsen.
Borgarstjórin sigur, at nýggi dagstovnurin er ætlaður at hýsa gott 80 børnum í fyrsta umfari, men at møguleiki er fyri at víðka hann til at kunna taka í móti 100 børnum.
Í nýggja dagstovninum verða bæði vøggustovu- og barnagarðspláss, eins og ætlanin eisini er, at frítíðarskúlin skal húsast undir sama taki.
Í Sørvági er í dag, umframt vøggustovuna og barnagarðin í Sýsluni, sum eru gomlu sýslumanshúsini í Sørvági, eisini ein dagrøktarskipan, sum verður niðurløgd, tá nýggi stovnurin verður tikin í brúk, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri.