Hann ger nógvar sangir og er við í filmum, men kendi sangarin og filmsstjørnan, Justin Timberlake, dámar als ikki at verða sæddur og hoyrdur í sínum filmum og sangum.
Hetta sigur Timberlake sjálvur við Dave Letterman í sendingini, »The Late Show«. Meðan frumsýningin til nýggjasta film hansara, »In Time«, var, bleiv hann noyddur til síggja seg sjálvan í 109 minuttir.
Tað dámdi mær illa. Helst hevði eg als ikki viljað verið og hugt eftir frumsýningini, men eg hevði bjóðað 40 vinum til filmin, so eg var noyddur til at vera og hyggja. Eg sveittaði sera illa. Tað var ikki gott.
Og tað er ikki bara í filmum, at Timberlake ikki tímir at vera í essinum. Hann fortelur eisini, at hann er sera kritiskur viðvíkjandi øllum, ið hann ger eisini tónleikin.
Um eg hoyri ein av mínum sangum í útvarpinum, so fái eg altíð hug til at skifta rás.
Skrivað hevur: Neli Heldarskarð