Óli Breckmann er og verður Óli. Hann er vanur við at niðurgera ávísar bólkar í samfelagnum, gomul, sjúk, alment lønt o. o.. Fólkaflokkurin ynskir at tryggja, at munur framvegis verður á pensjónunum hjá teimum vælbjargaðu og hin, segði Jógvan Adolf Johannesen.
Heini O. Heinesen var positivur, vísti Jógvan Adolf Johannesen á, samstundis sum hann víst á, at endurgjaldið úr landskassanum upp á 30 milliónir er eitt »eingangsfyribrigdi«, sum hann tók til, og ikki nakað, sum gjaldast skal ár um ár.
J. A. Johannesen vísti á tað, sum Álvur Zachariassen segði um, at grunnurin ikki hevði virkað.
Hetta er ikki heilt rætt, grunnurin hevur virkað, men ikki nóg væl. Við broytingini, sum vit skjóta upp, fer tað at merkjast væl á útgjaldinum, men ikki so væl á inngjaldinum, segði Jógvan Adolf Johannesen.
Broytingin í sjúkradagpeningaskipanini um, at tímalønt skulu hava rætt til dagpening frá fyrsta sjúkradegi fer at kosta landskassanum umleið eina millión um árið, upplýsti Jógvan Adolf Johannesen.










