Tímalønt javnsetast við tey fastløntu

Javnaðarflokkurin hevur fyrr lagt uppskot fyri tingið um at seta úr gildi lógina um avmarking í løn í sambandi við sjúku

Í tingsetuni 1996 legði Javnaðarflokkurin fram uppskot um at seta úr gildi lógina um avmarking í løn í sambandi við sjúku, og í viðmerkingunum til málið tá, segði flokkurin, at hann í hesi tingsetuni fór at leggja fram uppskot um at broyta lógina um dagpening soleiðis, at sjúkradagpeningur verður veittur frá fyrsta degi.

Í viðmerkingunum til hetta uppskotið, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt fram nú, sigur Vilhelm Johannesen vegna flokkin, at flokkurin leggur uppskotið fram av nýggjum í teirri vón, at tað fær undirtøku á hesum sinni.


Frá 1. juli

? Endamálið við hesum uppskotinum er at javnseta tímalønt, útróðrarmenn og onnur, sum fáa dagpening undir sjúku, við tey, sum fáa fasta løn undir sjúku.

Og javnaðartingmaðurin setur fram í uppskotinum at broytingin fær gildi frá 1. juli 1998.

Vilhelm Johannesen metir, at meiútreiðslan av uppskotinum við broytingum verður uml. 1,6 mió. kr. árliga. Í 1998 snýr tað seg um eitt hálvt ár, vísir Vilhelm á.


Hækkast

Og í uppskoti til eykajáttanarlóg, sum samstundis er løgd fyri tingið, mælir tingmaður javnaðarfloksins til, at játtanin til dagpening verður hækkað við 1 mió. krónum.

Vilhelm Johannesen mælir haraftrat til, at hetta uppskotið og uppskotið um at seta úr gildi lógina um avmarking í løn í sambandi við sjúku, verða viðgjørd undir einum.