Tað hevur verið væntandi, tí tað hevur gingið av skriðuni hjá søguríka Birmingham-felagnum, Aston Villa í Premier League, og nú hevur høvuðsvenjarin, Tim Sherwood fingið sekkin. Aston Villa hevur bert fingið fýra stig í 10 dystum, og fýra stig upp til 17. plássið, og liggur sostatt til niðurflyting í skrivandi stund.
Leiðslan í Aston Villa staðfestir eisini á heimasíðu felagsins, at væntandi úrslitini eru høvuðsorsøkin til, at Tim Sherwood hevur fingið sekkin.
Kevin McDonald verður fyribils høvuðsvenjari til Aston Villa hevur funnið avloysaran hjá Tim Sherwood. Róð verður uppundir, at fyrrverandi Manchester United og Everton venjarin, David Moyes, og fyrrverandi Liverpool venjarin, Brendan Rodgers eru millum fremstu kandidatarnir at gerast komandi høvuðsvenjari hjá Aston Villa.
David Moyes er høvuðsvenjari hjá Real Sociedad í sponsku La Liga, men skal eftir, sum frættist hava ynskt at sleppa at venja eitt Premier League lið aftur.