Tim Christensen til Fuglafjarðar

Mentanarhúsið í Fuglafirði er av sonnum virkið aftur. Í kvøld er kunngjørt, at danin Tim Christensen fer á pall har á Varmakeldustevnuni, sum verður 6. juli. Tað boða fyriskipararnir frá á Facebook í kvøld.

 

Tim Christensen er best kendur sum oddamaður í Dizzy Mizz Lizzy, har hann syngur og spælir gittar, umframt at skriva løgini. Tim Christensen spælir eisini við egnum bólki, og tað var við honum, at hann skuldi spæla á G! í fjør, men hetta var av ongum, tí veðrið spældi festivalinum eitt puss.

 

6. juli ger Tim so enn eina roynd at koma til Føroya. Hesaferð verður tað uttan bólk, tí í Fuglafirði fer hann einsamallur á pallin.

 

Tim Christensen verður tó ikki tann einasti, ið fer at framføra hetta kvøldið, tí fólk fáa eisini høvi at hoyra ein annan sangara og gittarleikara, nevniliga Stanley Samuelsen.

 

Talan verður um eina sitikonsert, og tískil er einans pláss fyri 400 fólkum. Konsertin byrjar klokkan 20.00, men dyrnar lata upp ein tíma áðrenn.

 

Les meiri um tiltakið her: www.facebook.com/events/193726197450168/

 

Tiltakið við Tim Christensen er bara eitt av mongum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði seinstu tíðina, har millum annað stóri danski bólkurin Kashmir spældi herfyri.

 

Mynd: frá almennu Facebook-síðuni hjá Tim Christensen (https://www.facebook.com/TimChristensenMusic)