Ljóðini surra og her siti eg og eygleiði
tøgnina hvørva innundir míni eygnalok.
Fleiri og fleiri tankar sum fyrsta
tøgnin sloppin úr móðurlívi.
Vindeygu hjartans eru døkk
og kvarnarsteinurin hevur ikki mat í munnin.
Upphavi at øllum hesum liggur sum ein
kista full av gulli men eingin veit hvar
hon er goymd.
Og skipið sum listi var ikki saknað av nøkrum.
Hjarta sítt søkk sum hetta skip.
Og eg finni ikki tað einasta aftur sum eg eigi.
Hjarta er ikki altíð reint.
Skitið av gruggutum ólevnaði.
Tað er tað ið ikki kann sigast.
Og upphavið sum ljósið ikki fann
aftur í veruleikunum. Sum teir verða kallaðir.
Er ein orsøk til ilskuna sum
sinnið ikki er ment at bera.
Hví skuldi eg fáa hesar tablettir.
Hvat var orsøkin til tess.
Eg spyrji Gud. Og hann svarar mær aftur.
At Hann skal døma.
Havsins andadráttur biðjur um hjálp.
Hann dugir ikki at liva uttan ta bláu luftina.
Bláu luftina sum hjarta mítt andar samstundis
sum laggardropi ríka mansins tornar av helvitis
svávulgulu flammum.
Uppihaldið í tí fremmanda heiminum
sum ikki fær dropan frá mær tí at
eg eigi einans luft.
Christian Fróði Djurhuus