"Tá tú hevur tikið tína koyrilæraraútbúgving í einum landi sum Danmark, og koyrt í ferðsluni har eina tíð, verur tú skjótt varur við, at her hjá okkum er tað ov ofta, eins og tilvildin ræður". Hetta sigur argjamaðurin Niels Peter Olsen, ið byrjaði sum koyrilærari í Havn í 2001. Tá ein koyrilærari koyrir við sínum næmingum, hevur tað stóran týdning, at øll skeltini í býnum venda rætt og síggjast væl. Ein trupulleiki í Havn er, at tá vegskeltir av eini ella aðrari orsøk eru tikin niður, gongur alt ov long tíð, til tey verða sett upp aftur. Sum dømi nevnir Niels Peter Nólsoyar Pálsgøtu, frá Dómhúsinum oman til Tinghúsvegin, har var bert loyvt at koyra niðan eftir frá Tinghúsvegnum av. Hetta vita øll sum vanliga koyra í býnum. Men forboðsskeltið sum hevur staðið á húsinum yvirav dómhúsinum hevur verið burtur í longri tíð. Tað vil siga, at ein bilførari sum einki veit um at eitt skelti "møguliga" eigur at vera har kann koyra allan vegin, heilt oman á Vaglið. Einki skelti er sum vísir, at hann ikki kann gera tað. "Hetta gevur trupulleikar hjá okk-um koyrilærarum, sum skulu læra næmingarnar at koyra eftir teimum ásettu reglunum". Niels Peter sig-ur, at hann hevur tosað við avvarðandi myndugleikar, uttan at nakað er hent.
Krevjandi útbúgving
Niels Peter er annars útbúgvin bilmekanikari. Hann lærdi á bilverkstaðnum hjá Edvin Hammer á Undir Heygnum og arbeiddi í fleiri ár á Shellstøðini á Frælsinum og á bilasøluni hjá Øssur Johannesen í Hoyvík. Tað vísti seg seinni, at hann fekk trupulleikar við heilsuni av at arbeiða við olju og lakki o.l. Í 2000 gavst hann at arbeiða við bilum og arbeiddi eitt skifti sum bilførari hjá Postverkinum, áðrenn hann fór niður til Danmarkar at fáa sær útbúgving sum koyrilærari við ársbyrjan 2001. Tað er ein sera krevjandi útbúgving, sum tekur umleið eitt ár. Heim afturkomin byrjaði hann beinanvegin at arbeiða sum koyrilærari. Saman við Bjarka Johannesen heldur Niels Peter eisini ferðslutrygdarskeið fyri starvsfólkum hjá ymiskum fyritøkum sum til dømis oljufelagnum Shell. Hóast ferðslan er nógv, og ein skal hava gott tol, trívist Niels Peter annars væl í starvinum sum koyrilærari í Havn.