Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sigur, at hóast kappingin helst verður beinhørð eftir koronu, hevur hon kortini góðar vónir um ferðavinnuárið 2022 og árini frameftir.
- Fyritreytin er tó, at ein góð loysn verður funnin í “gongd í haga” málinum. Hetta er ikki bert galdandi fyri hugmyndina av Føroyum sum ferðavinnulandi, men líka so nógv av tjóðarímyndini sum heild.
Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, er serblað um vinnu, og her verður eisini skift orð við stjóran í Visit Faroe Islands um framtíðarútlit.
Guðrið Højgaard vísir á, at óloysta málið um "gongd í haga" er ein stórur trupulleiki, sum má loysast.
- Soleiðis sum støðan er nú, kunnu ferðafólki fáa ta fatan, at Føroyar eru ótrygt og tilafturskomið land samanborið við hini Norðanlondini.
Hon vísir á, at viðurskiftini á júst hesum øki er óskipað, prísirnir skifta alt eftir tjóðskapi, og ein og hvør kann seta gjaldsskipanir upp á einum og hvørjum staði.
- Hetta kann gerast við postkassum, gjaldskarusellum, skúrum og øðrum, har tað ikki so frægt sum ber til at fáa eina kvittan fyri ta sokallaðu ”tænastuna”, tú keypir, sigur Guðrið Højgaard.
##med2##
Metir tú, at korona verður ein partur av tilveruni, sum vit mugu læra okkum at liva við og innrætta okkum eftir - eisini í ferðavinnuhøpi?
- Sum tað sær út nú, ja. Tilmælini eru komin inn undir húðina, og flestu ferðamál hava longu lagað seg eftir nýggju umstøðunum.
Stjórin í Visit Faroe Islands vísir á, at alheimsferðavinnan hevur upplivað nógvar kreppur millum ár og dag, og hon kemur eisini aftur hesaferð.
- Tað at ferðast liggur so grundleggjandi í okkara dna-i, eins og tað at vilja mennast sum menniskju, sigur Guðrið Højgaard í forvitnisligu samrøðuni í VikuskftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar í dag.