Tiltøk á Vísindavøku inni og úti

Á Vísindavøkuni í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin tann 27. september verða framløgur og tiltøk frá morgni til seint seinnapart.

Framløgur verða í Kongshøll, meðan tiltøk serliga ætlað skúlanæmingum frá miðdeild verða á Svalanum og í garasjum og tjøldum uttanfyri.

Á Svalanum skipa stovnar fyri ymsum forvitnisligum við støði í gransking. Millum annað fer Umhvørvisstovan at varpa ljós á fjølbroytta fuglalívið í Føroyum við einari fuglaeyðkenniskapping. 

Sjúkrarøktarfrøðilesandi á Fróðskaparsetrinum fara millum annað at bjóða fólki á ferð inn í kroppin við VR brillum. 

Uttanfyri fer Havstovan at hava nógv ymiskt um fiskar og hav, og Glasir fer at gera royndir qv ymsum slagi.

Vísindavøkan er almenn og ókeypis.

Úr blaðnum Vísindavøka, Sosialurin 13. september 2024