Í gjár var fyrsta ferðin, at handilshúsið á Marknoyri í Vági hevði opið, síðani nýggju eigararnir tóku yvir. Hetta eydnaðist væl og í kvøld er húsið karmur um móttøku Finn Johannessen og Dan Djurhuus hava yvirtikið gomlu handilshúsini á Marknoyri og húsini eru hendan mánaðin karmur um ymisk handils- og mentanartiltøk. Serliga leygardagar er víðkað skrá.
Í gjár hevði Handilin í Toftum og Kall jólasølu og til bar eisini at ogna sær t.d. bøkur og fløgur.
Fleiri vitjanir vóru eisini og á loftinum var café og undirhald. Uni Arge sang og Steintór Rasmussen greiddi frá um nýggja spælið Talent. Dagny Joensen greiddi frá um nýggju bókina um Maritu Petersen.
Í kvøld eru húsini karmur um móttøku fyri svimjarum. Pál Joensen hevur klárað seg sera væl í NJM kappingini og verður tí móttøka, tá Smyril er komin suður í kvøld.