Tiltak fyri ferðavinnuna

Hestur: Hóast bygdin í mangar mátar hevur staðið í stað í menningini, so eru tað kortini ikki øll sum hava mist vónina um at her skal verða liviligt at búgva.

Í seinastu útgávuni av útoyggjablaðnum "Glóðini" verður tikið saman um støðuna kring landið. Her verður m.a. sagt, at í Hesti er eingin fólkavøkstur og at fólk sakna vinnuligt virksemi í bygdini.
Tey sum búgva í bygdini liva framvegis av landbúnaði, útróðri, eins og nøkur ferðast inn á meginøkið at arbeiða.
Hóast hesar døpru veruleikar, so er kortini talan um at fólk hava hug at fara undir ymisk tiltøk, sum kunnu menna ferðavinnuna í oynni. Lítið ítøkiligt verður sagt um hetta, men blaðið slær kortini fast, at hetta kann gerast byrjanin til størri lokalt vinnuvirksemi.