Leiðslurnar á eldaraøkinum mæla til, at eldrabústovnarnir í kommunum framhaldandi eru stongdir fyri vitjandi, fyribils fram til 8. mai, tá ið hesar avmarkingarnar verða endurskoðaðar, skrivar Kommunufelagið í tíðindaskrivi.
Bert í heilt serligum førum kann verða neyðugt hjá avvarðandi at koma á heimini eftir nærri avtalu við leiðslurnar.
Eisini øll fyriskipað felags tiltøk fyri eldri borgarar, sum eldratænasturnar vanliga veita, verða framhaldandi óvirkin fram 8. mai.
Í øðrum londum hava vit sæð vanlukkuligar avleiðingar, tá ið koronasmittan er komin inn á røktarheim og sambýli. Føroyska samfelagið er helst millum einastu samfeløg í heiminum, har tað hevur eydnast at hildið koronasmittuni frá eldrarøktini; men hetta hevur bert eydnast, tí avvarðandi hava víst neyðugt fyrivarni, og tí at starvsfólk hava víst neyðugan professionellan hugburð.
Leiðslurnar á eldraøkinum fylgja gongdini neyvt og eru til reiðar at laga virksemi og mannagongdir til, um heilsufakligu tilmælini broytast, skrivar kommunufelagið.