- Eg eri samdur í fleiri av teimum tilmælum, sum Fólkaheilsuráðið hevur givið okkum fyri at avmarka royking.
Tað staðfestir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Hann er eisini sannførdur um, at tað er neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at avmarka royking.
- Vandin av at roykja er væl og virðiliga skjalprógvaður og tað kostar samfelagnum ótaldar milliónir at viðgera fylgissjúkur av royking.
- Fyri ikki um at tala tær menniskjansligu og samfelagsligu avleiðingarnar ið standast av at fólk hava ringa heilsu og doyggja alt ov tíðliga av royking.
Hann hevur ikki enn fingið tilmælini frá Fólkaheilsuráðnum, men hann er kunnaður um tey á fundi.
Og hann tekur undir við fleiri av teimum.
Men hann dugir ikki enn at siga, hvørji tiltøk, hann fer at seta í verk og, hvat politisk undirtøka fæst fyri.
Tað fer hann nú at brúka ta næstu tíðina upp á viðgera.
Men royking er eitt umstrítt evni og Karsten Hansen heldur, at tað er neyðugt at brúka ta neyðugu tíðina at fáa undirtøku fyri tiltøkum, sum avmarka royking.
- Eg fari at reisa spurningin í samgonguni um at seta tiltøk í verk fyri at avmarka royking, tí tað er avgjørt neyðugt, sigur Karsten Hansen.
Eisini Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum heldur, at vit eiga at taka roykingina í stórum álvara.
Eisini hann bíðar eftir at fáa tilmælini frá Fólkaheilsuráðnum.
- Tað hevur stóran týdning, at vaksin eru góðar fyrimyndir hjá børnunum, staðfestir hann.
Hinvegin heldur hann eisini, at góð upplýsing, eigur at verða ein partur í átakinum ímóti royking.
Hinvegin ivast hann heldur ikki í, at lærarar og námsfrøðingar eru serstakliga varnir í sambandi við royking og ansa eftir ikki at standa og guva upp í eyguni á børnunum.
Men fyrrenn hann hevur sæð og viðgjørt tilmælini, dugir hann ikki at siga, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk.
LES EISINi GREININA: Skulu missa loyvið at selja sigarettir.
LESEISINI GREININA: Prísurin á sigarettum eigur at hækkast 10%