Tilnevnt forsætisráðharra

Fyribils forsetin í Egyptalandi, Admi Mansour (myndin), hevur tilnevnt fyrrverandi fíggjarmálaráðharran, Hazem el-Beblawi, til nýggjan fyribils forsætisráðharra í landinum.

Konservativi Nour-flokkurin tekur undir við tilnevningini, men Muslimski Brøðraskapurin, sum er størsti islamistiski flokkurin í landinum og flokkurin hjá frákoyrda forsetanum, Mohamed Mursi, vísir aftur ætlanini hjá fyribils forsetanum um nýval.

Ætlanin hjá Admi Mansour er, at ein serfrøðingabólkur skal gera nýggja grundlóg, sum síðani skal til fólkaatkvøðu innan fýra mánaðir.

Somuleiðis er ætlan forsetans at halda nýval fyrst í 2014, men talsmenn fyri Muslimska Brøðraskapin siga ætlan hansara vera bæði ólógliga og óbrúkilga.