Hetta er ein gamal kenningur innan Rock/Pop-heimin. Miðskeiðis í 70unum fekk hann sítt gjøgnumbrot og í 80unum vann hann sær tað væl fortjenta eyknevnið »The Boss«. Springsteen er tó á ongan hátt pensjóneraður, nú vit skjótt skriva 2008. Í 2006 kom »We shall Overcome ? The Seeger Sessions«. Av seinastu útgávu hansara frá 2007, »Magic«, er tað lagið »Radio Nowhere«, sum hevur ligið ovalaga á hittlistum kring heimin. Á fimtan teimum bestu hevur »Radio Nowhere« ligið ovast í meiri enn tveir mánaðir.









