Tilnevning besti sangari: Pætur Zachariassen

Ársins besti sangari í fjør, Boys In A Band oddamaðurin Pætur Zachariassen hevur nú møguleikan at gera fyrsti sangari, ið vinnur hendan heiður tvey ár á rað.

 

Pætur er egin og stuttligur, og er kanska mest týdningarmikili brikkurin í putlispælinum, ið ger Boys In A Band til ein av Føroya bestu bólkum nakrantið. Eftir sigurin í fjør í GBOB, hevur bólkurin givið sína fyrstu fløgu út, og Pætur sleppur á fløguni at prógva, at røddin hjá honum klárar at standa seg uttan andlitsbrøgdini og armaveipanina, ið vit kenna á konsertum.

 

Pætursa orkufulli sangur gevur ljóðmyndini hjá Boys In A Band nakað heilt serligt. Hann hevur eitt sera sterkt útrykk, og vinnur nógv hjørtu, tá hann letur munnin upp. Hetta verið seg á Eurosonic í Hollandi, by:Larm í noregi, Canadian Music Week í Kanada, South by soutwest í Texas, The Great Escape í Onglandi, SPOT í Danmark, Iceland Airwaves í Reykjavík ella á 24 tíma konsertferð kring Føroyar.

 

Fyri at atkvøða fyri Pæturi send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bs 5. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.