Tilnevning besti føroyski bólkur ella einstaklingur: Guðrið Hansdóttir

Guðrið Hansdóttir er ikki longur ein lovandi songkvinna, hon er eitt av okkara størstu tónleikanøvnum. Við fløguni Love Is Dead er Guðrið Hansdóttir vorðin fastur gestur á 15 teimum bestu, har løg sum Love Is Dead og Sleeping With Ghosts hava gjørt um seg. Løg hjá Guðrið eru at hoyra í útvarpi, eins og hon javnan er at síggja í sjónvarpi. Hon er stutt sagt vorðin ein landskend poppstjørna. Seinasta árið hevur hon spælt nógv bæði heima og úti, og hon leverar altíð vøruna á konsertum, hetta hevur við sær at fjepparaskarðin alsamt veksur.

Atkvøð fyri Guðrið Hansdóttir sum besta føroyska bólki ella einstaklingini við at smsa: pla bf3 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:

1. Samsung F330 fartelefon

2. Ipod Touch 8 Gb

3. Harddiskur Memorex 160 Gb