Ársins nýggja tónleikanavn í fjør Boys In A Band framdu eitt tað størsta bragdi í føroyskum tónleiki, tá teir vunnu altjóða GBOB kappingina.
Men hetta var bert endin á einum fantastiskum tónleikaári fyri Boys In A Band. Teir tóku alt og øll á bóli á AME í Føroyum og hava síðan spælt hópin av konsertum í Føroyum og uttanlands. Eitt nú á háttvirda Roskilde Festivalinum og á Spot Festivalinum. Teir hava skriva booking sáttmála uttanlands, og hava plátusáttmála í boði. Stutt sagt hava teir gjørt alt rætt. Við GBOB sigrinum fingu teir eisini fíggjarligt rásarúm.
Atkvøð fyri Boys In A Band sum besta føroyska bólki ella einstaklingini við at smsa: pla bf1 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:
1. Samsung F330 fartelefon
2. Ipod Touch 8 Gb
3. Harddiskur Memorex 160 Gb









