Planet árið fyri fløguútgávur gongur millum 1. desember og 30. november, og tí var tað um reppið, at útgávan ?Haré Haré? hjá Hogna, ikki kundi telja við í tilnevningini í ár. Boðað var frá, at fløgan kom í handlarnar 1. desember, men longu síðstu vikuna í november lá hon til sølu. At hetta er ein heilt serlig útgáva, ið uttan iva hevði verið á listanum komandi ár, er eyðsæð, tí Høgni Lisberg hevur verið beinrakin við ?Haré Haré?. Saman við framleiðaranum James Thomas hevur Høgni funnið sína egnu hyll. Høgni er ikki longur bara ein lovandi tónleikari og sangskrivari. Hetta er ein fløga á høgum altjóða støði, og uttan iva ein av ársins allar bestu útgávum. Høgni og James Thomas hava sjálvir spælt øll ljóðførini inn, og skapa eina spennandi og dynamiska ljóðmynd.
Fyri at atkvøða fyri ?Haré Haré? send eini sms boð til 1930, við kotuni pla bu1. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um góðar vinningar.