Lena Anderssen er aftur í ár millum nøvnini, ið eru í uppskoti til heiðurin besta songkvinna á Planet Awards Lena hevur í ár spælt munandi fleiri konsertir her heima enn hon hevur gjørt seinnu árini, og við seinastu fløguni ?Let Your Scars Dance?, júst útgivnari í Danmark, er tað ikki ósannlíkt, at hon ikki í sama mun fer at vitja føroyskar pallar komandi árið. Fløgan hevur longu gingið sigursgongd her heima og vann í fjør planetina fyri bestu fløgu, eins og lesarar á Dimmu valdu hana til ársins fløgu. Røddin hjá Lenu er framúrskarandi. Hon hevur í størri mun enn nøkur onnur føroysk songkvinna lært seg at brúka sítt ljóðføri á mest áhugaverdan hátt. Hetta er fjórða árið á rað, at Lena er í uppskoti til henda heiður.
Fyri at atkvøða fyri Lenu send eini sms boð til 1930, við koduni pla bk1, Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.