Tilnevning besta songkvinna: Guðrið Hansdóttir

Guðrið Hansdóttir hevur eina av teimum bestu røddunum í Føroyum, og er í ár veruliga traðka fram í rampuljósið.

Guðrið er einasta kvinna, umframt Lenu og Eivør, ið hevur verið í uppskoti til hesa heiðursløn á hvørjum ári.

Eftir fleiri ár sum einstaklingur við gittara, og í bólkum sum PH 5,5 og Isadora & The Rebels, er Guðrið nú oddakvinna í einum bólki, ið spælir undir hennara navni. Úrslitið hava flest øll hoyrt: eian fløgu, ið fólk hava tikið til sín, og sum letur eyðkendu røddina hjá Guðrið koma til sín rætt.

Atkvøð fyri Guðrið Hansdóttir sum bestu songkvinnu við at smsa: pla bk2 til 1930. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka.

Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um:

1. Samsung F330 fartelefon

2. Ipod Touch 8 Gb

3. Harddiskur Memorex 160 Gb