Anna Háberg hevur við fløguni ?Nakið?, víst at hon telist millum bestu songrøddir í landinum. Tí er hon eisini millum tær tilnevndu songkvinnurnar á Planet Awards Anna Háberg megnar í ein nærum óhoyrdan mun í føroyskum høpi, at lata kenslurnar leka út gjøgnum røddina. Hetta er so inniligt sum tað blívur. Anna Háberg ferðast á hesi útgávuni innan tann lætta og afturlenaða jassin, og megnar at gera tónleikin viðkomandi og hjartaligan í ein mun, sum ger útgávuna áhugaverda fyri øll, ið dáma góðan tónleik.
Fyri at atkvøða fyri Onnu send eini sms boð til 1930, við koduni pla bk3, Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar.










