Tilmeldingarfreistin til Regatta er úti mikukvøldið

(Ljóðsamrøða) Hoyr Marna Joensen og Maiken Hammer frá Hósvíkar Róðrarfelag fortelja um Regatta 2017

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum in.fo/Rás2 hevur gjørt við Marna Joensen, formann í Hósvíkar Róðrarfelag, og við Maiken Hammer, nevndarlim.

 

Samrøðan var gjørd seinnapartin í Hósvík á Regatta-økinum, har nógv fólk gjørdu klárt til Regatta, sum verður fríggjadagin.

 

Marni Joensen og Maiken Hammer fortelja í samrøðuni um alt tað praktiska rundanum Regatta.

 

Tey minna á, at í annaðkvøld á midnátt er seinasta freist hjá bæði bátum, kampingvognum, og hjá teimum, sum ætla at verða í tjaldi at melda til Regatta 2017.

 

Sendingin "Bátaradio" verður fríggjadagin á Rás2. Byrjað verður at senda klokkan 17.15. Fólkakæri reportarin, Vilmund Jacobsen fer at fylgja bátafylginum av Eiði og til Hósvíkar. Á landi í Hósvík fer Vilmund Jacobsen at gera fleiri prát við fólk, sum eru til Regatta 2017.