Tilmelding til FM yngri deildir

Í ár verður FM hjá nøkrum deildum eitt sindur øðrvísi enn tað hevur verið tey seinasti árini. Flogbóltssambandið hevur avgjørt at hjá mans- og kvinnuunglingum og dreingir og gentur 14 verða finalur leiktur í Hoyvikshøllini tann 16. apríl. Tað vil siga at tvey lið í hvørjum av hesum bólkunum kvalifisera seg til finalurnar sum verða leiktar á ny´ggja vøllinum sum fyrstu ferð var ny´ttur til steypafinalurnar í ár.

Í øllum øðrum deildum verður leikt á eftir sama leisti sum ny´ttur hevur verið tey seinastu árini. Leikt verður soleiðis:


Mans- og kvinnuunglingar 24. mars í Hoyvíkshøllini og fimleikarhøllini í Hoyvík (tvey tey bestu liðini leika finalu 16. apríl)

Gentur 14 28. mars í Hoyvíkshøllini og fimleikarhøllini í Hoyvík (tvey tey bestu liðini leika finalu 16. apríl)

Dreingir og gentur 10 9. apríl í Gundadalshøllini, Høllini á Hálsi, Hoyvíkshøllini og fimleikarhøllini í Hoyvík
Dreingir og gentur 12 9. apríl í Gundadalshøllini, Høllini á Hálsi, Hoyvíkshøllini og fimleikarhøllini í Hoyvík
Dreingir 14 9. apríl í Gundadalshøllini, Høllini á Hálsi, Hoyvíkshøllini og fimleikarhøllini í Hoyvík (tvey tey bestu liðini leika finalu 16. apríl
Dreingir og gentur 16 9. apríl í Gundadalshøllini, Høllini á Hálsi, Hoyvíkshøllini og fimleikarhøllini í Hoyvík

Skipanin við ábyrgdarfeløgum verður eisini ny´tt í ár.

Tilmeldast skal hjá Virgar á teldupostbústaðið lyngheyg@post.olivant.fo. Seinasta freist at melda til er 11. mars.