Tað ber næstan ikki til at tosa um hetta.
Tí so ótrúliga langt er hetta báði frá tí, sum yvirhøvur ber til at seta í verk, og tí, sum hendir í veruleikanum.
Olaf Olsen, stórreiðari á Glyvrum, heldur lítið um tey nýggjastu tilmælini frá fiskifrøðingunum um fiskiskapin undir Føroyum.
Ikki minst eru fiskifrøðingarnir eftir fiskiskapinum eftir upsa, sum teir mæla til at skerja munandi.
Og nettupp skipini, sum Olaf Olsen reiðir út, eiga sín trivaliga part av upsafiskiskapinum undir Føroyum, at verður hann skerdir, fer ongin at merkja tað so væl sum teir.
Men Olaf Olsen heldur ikki, at vit skulu taka ráðini frá fiskifrøðingum í álvara.
Hetta er so ótrúliga langt frá tí, sum ber til og tí sum hendir, at tað ber næstan ikki til at tosa um tað.
Fiskifrøðingarnir siga, at upsastovnurin er uttanfyri lívfrøðiliga tryggar karmar, báði hvat viðvíkur stovnsstødd og veiðitrýsti.
Tí mæla teir til at fiskiskapurin verður minkaður eini 35% næsta ár aftur ímóti fiskiskapinum í fjør.
Í fjør fiskaðu vit eini 22.000 tons av upsa. Metingarnar fyri í ár vísa, at vit fara at fiska um 21.000 tons.
Og tað merkir so aftur, at vit skulu ikki fiska meiri enn eini 14.000 tons av upsa komandi ár eftir tilmælinum frá fiskifrøðingunum.
Og tað heldur Olaf Olsen
fer slett ikki at bera til, hvørki so ella so.
Olaf Olsen sigur, at Fiskiskapurin eftir upsa er minkaður 40% seinastu árini.
Men kortini mæla fiskifrøðingar til at minka hann 35% afturat.
Hann sigur, at náttúran regulerar fiskiskapin nakað langt av sær sjálvum.
Tí táið minni fiskur er til, verður eisini minni fiskað.
Reiðarin av Glyvrum heldur, at tað hevði onki fantilsi verið á fiskiskapinum, um vit skuldu fylgt ráðunum frá fiskifrøðingunum.
Viðhvørt mæla teir til at fiska so nógv, at tað fæst ikki. Aðrar tíðir mæla teir til at fiska so lítið, at tað letur seg heldur ikki gera.
Hann vísir m.a, at báði í fjør, og ikki minst í fyrrárið, varð so nógvur toskur uppií, at bar ikki til at fiska, uttan at fáa tosk.
Høvdu vit framvegis havt kvotaskipanina í gildi tá, hevði heilt avgjørt ongin framgongd verið í Føroyum seinastu árini, heldur tvørturímóti.
Tí tá høvdu vit skjótt rent okkum fastar í kvotaloftið fyri tosk, og so høvdu vit verið noyddir at gevast, hóast vit ikki høvdu fingið tilmæltu nøgdirnar av øðrum fiskasløgum til høldar.
Tað ber heilt einfalt ikki til at siga, at vit skulu fiska so og so nógv tons av toski, so og so nógv tons av upsa o.s.fr., tí vit fiska alt ísenn.
Táið minni er til av einum, er meiri til av onkrum øðrum.
Broytist lítið og onki
Olaf Olsen vísir á, at fiskiskapurin hjá teirra skipum liggur nokk so fast um 8.000 tons um árið í alt.
Tað svingar serstakliga lítið. Frá 1996 - 1997 svingaði tað minni 100 tons og frá 1995-1996 var munurin minni enn 200 tons.
Í ár er fiskaríið heldur slakari enn í fjør.
Men samasetningurin av veiðini svingar rættiliga nógv.
T.d. er 14% av veiðini í ár hýsa, og tað er ikki komið fyri fyrr.
Hinvegin er 56% av veiðini upsi, og tað er eisini væl meiri enn í fjør, tá ið upsaparturin var 51%.
Men hann veit ikki akkurát, hvussu hann skal tulka hesar upplýsingarnar.
Jú eldri eg verði, og tess fleiri upplýsingar vit fáa, tess meiri ivist eg í, hvussu hesir upplýsingarir skulu lesast.
Bara tveir mátar
Olaf Olsen sigur, at skal veiðiorkan minkast, eru bara tveir mátar at gera tað uppá.
Antin má flotin minkast, ella mugu dagarnir skerjast.
At skerja flotan er ikki so einfalt, tí so skulu skipini helst keypast úr flotanum.
At skerja dagarnar, ella at seta onnur tiltøk i verk, og so vóna, at skipini fara á heysin, og av landinum, er sjálvandi ein máti at trýsta veiðiorku úr flotanum.
Skuldu hildið seg langt vekk
Olaf Olsen sigur, at ikki minst hesi seinastu árini hava víst, at fiskifrøðingar skulu áttu at verið eitt sindur meiri varnir við at koma við so ítøkiligum tilmælum um fiskiskap, sum teir koma við, hvørt einasta ár.
Tí teirra metingar hava passað so óvanliga illa, ikki bara hjá okkum, men eisini alla aðrastaðni, at tað er púra onki álit í tí, teir siga.
Hann heldur, at tað er burtur av av allari leið óvisindaligt at koma við so álvarsligum tilráðingum á so tunnum grundarlagi, sum teir gera.
Grundarlagið er alt ov lítið til at koma við so ítøkiligum tilmælum.
Vísindafólk eiga ikki at hugsa í so smáum marginalum, teir gera í hesum førum, tí óvissan er so stór.
Ikki minst er hetta skeivt, táið hesar somu tilráðingar skulu brúkast til at regulera ein heilan landsbúskap við.
Tí heldur Olaf Olsen, at fiskifrøðingar tí eiga at halda seg langt frá at geva ráð um fiskiskapin.
Teirra uppgáva skuldi verið at fortalt politikarum tað, teir vistu.
Uppgávan at gera tilmæli skuldi verið tikin frá teimum.
Og so skuldu politikararnir regulera fiskiskapin eftir biologiskum, fíggjarligum og sosialum fyritreytum.
Annars heldur Olaf Olsen, at fiskiskapurin sjálvur er slett ikki tann ringasti regulatorurin sum er.
Er minni til av fiski, fáa skipini eisini minni. So einfalt er tað - nokk so langt, sigur Olaf Olsen.