Tilmæli til eitt tilmæli hjá Fólkaskúlaráðnum

Í tíðindaskrivi frá Landsstýriskvinnuni í mentamálum, dagfest 1. februar 2011, verður sagt, at sett er á stovn Fólkaskúlaráð, við m.ø. hesum endamáli:

Fólkaskúlaráðið gevur landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan. Fólkaskúlaráðið kann ráða landsstýrismanninum til at seta í verk royndar- og menningarvirksemi og granskingarætlanir viðvíkjandi fólkaskúlanum.
Hetta er eitt ediligt endamál viðvíkjandi fólkaskúlanum, og hevði tað verið ynskiligt at vit, ið umboða aðrar fakbólkar ið eru um børn og ung á økjum, ið ikki hevur við undirvísingina í fólkaskúlanum á gera, eisini høvdu slíkt ráð av serfrøðingum at menna okkara øki, geva landsstýriskvinnuni ráð og seta granskingarætlanir í verk.
Hetta ráð hevur nú latið úr hondum fyrsta tilmæli sítt: Tilmæli um sernámsfrøði 20. juni 2011.
Samsvarandi innganginum í hesum tilmæli, s. 3, hevur landsstýriskvinnan: valt fólk í hetta ráðið eftir serkunnleika. Føroya Pedagogfelag veit ikki hvønn serkunnleika, valdu fólkini í Fólkaskúlaráðnum hava innan fólkaskúlaøkið, og hevur heldur ikki nakra orsøk til at ivast í hesum serkunnleika. Men, tá ið tilmælið fyri ein stóran part viðger arbeiðsuppgávurnar hjá pedagogum og pedagogiskum starvsfólki annars, umframt at seta høvd á, hvør skal røkja ávísar uppgávur innan okkara arbeiðsøki – og hetta eru so ikki pedagogar – so undrast Føroya Pedagogfelag stórliga á serkunnleikan. Vit hava ikki á sannførandi hátt funnið nakran serfrøðing innan okkara øki í Fólkaskúlaráðnum, líka so lítið sum Fólkaskúlaráðið hevur ráðført seg við Føroya Pedagogfelag í hesum máli, so felagið undrast á, hvat hetta er fyri serkunnleiki, ið her gevur seg til kennar á okkara øki.
Harumframt, so gevur ráðið tilmæli um alt sernámsfrøðiliga økið, ið sambært heimasíðuni hjá Sernámi fevnir um børn og ung millum 0 og 18 ár.
Um Sernám hevur verið uppi í hesum arbeiði loyva vit okkum at ivast í, tí at á s. 6 í tilmælinum verður víst til: Tilmælið um sernámsfrøði frá 2001, sum um hetta enn eru galdandi mannagongdir innan sernámsfrøðiliga økið hjá Sernámi. Okkum kunnugt eru stórar broytingar farnar fram á økinum síðani 2001. Hóast tað, nýtir Fólkaskúlaráðið tilmælið frá 2001, sum eitt grundarlagið undir tilmælum sínum!
So eru útlendskir ráðgevarar brúktir, nevndur er Niels Egelund frá Århus Universiteti. Vit vita at Niels Egelund er serfrøðingur í mongum, men at hann eisini er tað í arbeiðsviðurskiftunum hjá føroyskum pedagogum, vardi okkum ikki...?
Samanumtikið, so má niðurstøðan hjá Føroya Pedagogfelag verða, at tað er so sum so við serkunnleikanum hjá hesum ráði, í øllum førum á pedagogøkinum.
Stórur dentur verður í tilmælinum lagdur á fyribyrgjandi arbeiðið á sernámsfrøðiliga økinum – sum rímiligt er, so at so nógv børn og ung, sum gjørligt, ikki hava tørv á sernámsfrøðiligum stuðli.
Á s. 11 verður sagt: Serligur dentur má leggjast á fyribyrgjandi serundirvísing í yngstu flokkunum
og, sum niðurstøðu uppá hetta:
Vit mæla til, at børn fara í skúla eitt ár fyrr enn nú
Fólkaskúlaráðið hevur sín fulla rætt til at halda, at so skal vera, men vit mugu eisini vænta av einum ráði - mannað við serkunnleikanum á økinum - at ráðið eisini grundgevur væl og virðiliga fyri sínum sjónarmiðum og uppáhaldum. Her haltar álvarsliga. Vísindalig ella samfelagslig haldbar grundgeving er eingin, hví børnini hava tað betri av - tíansheldur læra meiri av - at fara eitt ár fyrr í skúla.
Gott nokk stendur á s. 21: Í Føroyum koma børn seint í skúla í mun til lond, vit annars samanbera okkum við. Vit vilja út frá einum sjónarmiði um fyribyrgjandi serundirvísing (sí s. 2.) mæla til, at øll børn sleppa í skúla í árinum, tá ið tey fylla 6 ár.
Føroya Pedagogfelag kunnugt, so er serundirvísingin ikki júst minkað í teimum londum vit annars samanbera okkum við , har tey fara eitt ár fyrr í skúla, heldur tvørturímóti.
Í stóru fyrimyndini í Norðurlondum, Finnlandi, fara børnini í skúla sum sjey ár gomul og ongar ætlanir eru um at broyta tað.
Kann tað hugsast, at tað kunnu vera onnur viðurskifti enn aldur við skúlabyrjan, ið hevur ávirkan á, um barnið fær eitt gott lív? Sjálvt um tað tykist sum um, at Fólkaskúlaráðið heldur, at so er.
Hvat pedagogstættin hevur gjørt til sakar, nú hon, brádliga, eftir hugsan Fólkaskúlaráðsins, ikki longur er før fyri at skapa eitt mennandi umhvørvi og avbjóðingar fyri tey 6 – 7ára gomlu, verður als ikki nomið við, soleiðis er tað bara. Logikkurin hjá Fólkaskúlaráðnum er: tað er betri fyri tey 6-7 ára gomlu at fara í skúla 6 ára gomul, tí tað er betri fyri tey.
Verður hugt gjølligari eftir tilmælinum, so hómast ein ávísur samanhangur í øllum tilmælunum og tilmælinum um, at fara eitt ár fyrr í skúla.
Fyrsti tráðurin er, at Fólkaskúlaráðið sær málmenning og lesiførleika sum grundleggjandi í øllum fyribyrgjandi sernámsfrøðiligum arbeiði. Eingin ivi er um at, málmenning hevur stóran týdning í menning barnsins, og lesing seinni í lívinum; men tað eru nógv onnur viðurskifti í lívinum hjá barninum, ið eisini hava týdning fyri menning barnsins, sum stórt sæð ikki verður nomið við her. Viðurskifti, ið eru ein fortreyt fyri málsligu menningini og lesiførleikanum seinni. Tað verður tað ikki nomið nóg gjølla við í tilmælinum, í stóran mun er tað bara málmenning og lesiførleikin, ið er avgerandi fyri tað góða lívið í hugaheiminum hjá Fólkaskúlaráðnum. Løgið at hugsa sær, at okkara forfedrar hava ligið við áttamannafarinum í ódn á Norðurhavinum og rópt: “Gevið okkum eina bók at lesa, so vit vinna upp land aftur”. Sjálvandi er tað ikki so einfalt, tí alt er kontekstbundið. Okkara forfedrar høvdu ikki so nógv brúk fyri lesikunnleika í tí lívi teir høvdu. Vit hava brúk fyri lesikunnleika, tí so nógv í okkara lívi ikki er bundið av beinleiðis royndum, men av, at vit lesa okkum til kunnleikan. Men tað er ikki tað sama sum at tað ikki eisini eru onnur viðurskifti, ið treyta okkara lív, heldur enn bara málmenning og lesing. Í hesum tilmæli eru hesi viðurskifti ein grundleggjandi fortreyt, meðan tey í veruleikanum eru partar av fortreytini, tí verður tilmælið eisini í mongum føri ov einoygt. Fortreytirnar fyri málsligu menningini og lesiførleikanum hjá børnum seinni í lívinum byggir m.a. á dygdargott arbeiði á dagstovnaøkinum - tað bendir øll gransking á.
At koyra børnini í skúla eitt ár fyrr, fyri at tey skulu læra at lesa fyrr, gevur tískil ikki meining. Øll gransking vísir, at tað er ikki spurningurin um nær børnini fara í skúla, ið ger av, hvussu lesikøn, børnini verða, men tær fakligu og aðrar mennandi avbjóðingar, tey møta í skúlanum, og har hevur fólkaskúlin kanska nakað at arbeiða fram ímóti, heldur enn, sum Fólkaskúlaráðið, at leypa uppum, har garðurin er lægstur: at koyra børnini fyrr í skúla. Heldur eigur at verða arbeitt við, hvat møtir barninum, tá ið tað fer í skúla.
Við at lesa tilmælið, so skerst ikki burtur, at tað á mangan hátt líka so væl kundi itið eitt tilmæli um at styrkja lesiførleikan. Tað er eisini uppá sítt pláss at gera eitt slíkt tilmæli, men hví tað skal pakkast inn sum tilmæli um fyribyrgjandi tiltøk innan sernámsfrøðina, stendur ikki felagnum greitt.
Dømi um hetta er á s. 8:
Fyribyrgjandi og viðgerandi arbeiði innan sernámsfrøðilga økið
Tiltak í mun til tey 2 – 6 ára gomlu
TRAS. Ansa tíðliga eftir málinum. Eitt eygleiðingaramboð at brúka á dagstovnunum.

Hvør skal gera tað
Dagstovnur/námsfrøðingur.

Undir eftirliti av hvørjum
Lesivegleiðari “byggir brúgv” millum stovnarnar! Lesivegleiðarin kann vegleiða um t.d. upplestur, kanningar og koma við góðum ráðum. Lesivegleiðarin hevur upplýsandi fyrilestur fyri foreldrum og námsfrøðingum.
At barnið verður betur fyri sosialt av at fara fyrr í skúla, eiga vit eftir á, at Fólkaskúlaráðið gevur okkum eina frágreiðing uppá, hví so er ella um so er? Tað er kanska eisini ein uppgáva hjá lesivegleiðarunum, at vegleiða í tí?
Føroya Pedagogfelag heldur, at tað er átaluvert, at Mentamálaráðið fyrst setir í verk eina útbúgving av vælkvalifiseraðum lesivegleiðarum, fyri síðani, tá ið hesi eru liðug við útbúgvingina, ikki at geva rúm fyri, hvat lesivegleiðararnir skulu arbeiða við í fólkaskúlanum, tíansheldur syrgir fyri sømiligum lønarviðurskiftum til teirra. Men at geva pedagogøkinum svartaper, heldur enn sjálvi at loysa trupulleikan við, hvat ætlanin er við lesivegleiðarunum, er heldur ikki nøkur loysn. Tað er Mentamálaráðið, ið eigur at taka seg saman, og heldur enn føgur orð, at inna nakað í verki.
Annar tráðurin í tilmælinum er sjálvt barnasýnið. Ikki tí tað er so eyðsýnt, tí í hesum tilmæli eru so nógv sjónarmið og hugtøk á lofti samstundis; sjónarmið og hugtøk, ið ikki altíð sampakka, so trupult er við hvørt at fáa eyga á, hvat Fólkaskúlaráðið í grundini stendur fyri – her eru nógvir bóltar í luftini samstundis.
Men við at lesa tilmælið, so slepst ikki undan einum varhuga av, at í fatanini hjá Fólkaskúlaráðum, er trupulleikin íbygdur barninum/næminginum, (s.8): ella um trupulleiki er við atburðinum. Í allari nýggjari fatan – bæði pedagogiskari og psykologiskari – verður arbeitt við eini mannafatan, har barnið ikki eigur trupulleikan, men at trupulleikin er ein partur av søguni um barnið og ta søgu, barnið hevur um seg sjálvt. Tað, at barnasýnið er so ógreitt í hesum tilmæli, ger eisini, at tilmælið fer allar vegir og ongan veg, og tí er ov lítil nytta burtur úr tí.
Samanumtikið, so metir Føroya Pedagogfelag, at Fólkaskúlaráðið eina aðru ferð kanska skal gera sítt heimaarbeiði betri, áðrenn tað kemur við tilmælum um aðrar fakbólkar og kanska spyrja serkøn fólk til ráðs – tað ger neyvan tilmælini verri.