Tillukku til Juttu

Á heimasíðuni fyri oyggjaleikir er eitt yvirlit, har føðingardagarnir hjá einstøku íðkarunum eru at finna.

Á siðuni er soleiðis eisini eitt yvirlit yvir, hvør hevur føðingardag fyri hvønn dagin. Og í dag kunnu vit so ynskja Juttu Thomsen tillukku, nú hon verður 17 ár. Um talan so verður um eins gyltan føðingardag, sum hinir tríggir svimjidagarnir, fáa vit staðfest í kvøld.