Onkrir mánadagar kunnu vera tungir at koma ígjøgnum - ikki minst á vetrardegi. Men fyri ein lottospælara, sum leygardagin var við í Danske Spil, verður dagurin í dag neyvan hin ringasti.
Hendan dagin vann ein, sum spældi við, slakar 25 miljónir krónur. Vinnarin kann rokna við, at Danske Spil fer at ringja til hansara, sum dagurin í dag gongur.
Danske Spil veitir eisini ráðgeving til fólk, sum vinna nógvan pening í lotto. Øll, sum vinna meiri enn 1,5 miljónir krónur, fáa soleiðis tilboð um ráðgeving
Vinningurin á tær sløku 25 miljónir krónurnar er hin størsti í ár og hin 23. størsti nakrantíð.
Ovast á listanum liggur ein vinningur á ikki minni enn 135 miljónir krónur, sum ein borgari í Keypmannahavn vann í eurojackpot í oktober.