Tillerson: Eg havi ikki ivast í sinnalagnum hjá Trump

Rex Tillersen leggur dent á, at hann ætlar sær at halda fram sum uttanríkisráðharri hjá amerikanska forsetanum Donald Trump.

 

Tað sigur hann í samrøðu við sjónvarpsstøðina CNN:

 

– Eg havi ongantíð verið í iva um mentalu evnini hjá Donald Trump. Tað havi eg ongantíð havt orsøk til, sigur Tillerson um amerikanska forsetan.

 

Rex Tillerson leggur dent á, at hann ætlar at halda fram sum uttanríkisráðharri hjá Donald Trump, .

 

– Eg ætli mær at halda fram í eitt heilt ár, sigur hann.

 

Spurdur um, at forsetin hevur latið skilt, at Rex Tillerson ætlar at leggja frá sær, svarar hann greitt:

 

– Á ongan hátt.

 

Útsøgnirnar frá Rex Tillerson koma eftir umstríddu bókina um Donald Trump, forseta.

 

– 100 prosent av fólkunum kring Trump siga, at hann er sum eitt barn, verður millum annað sagt í bókini, sum amerikanski journalisturin Michael Wolff hevur skrivað.

 

Umstrídda bókin hevur gjørt kunnugt eitt alemnt stírð millum Trump og fyrrverandi ráðgva hansara, Steve Bannon, sum verður endurgivin her og har um amerikanska forsetan.

 

Tað er ikki minst Bannon, sum í bókini lýsir Trump, familju hansara og ráðgevarar á lítið rósandi hátt.

 

Í gjár segði Trump, at Michael Wolff er »fullur í lygn«.

 

/ritzau/AP