Lýsingin hjá tilhaldinum "Hugnin" í Sandoy ljóðar ikki av so nógvum. Men fyri tey eldru í oynni er hetta einki minni enn ein stórhending.
Boðað verður stutt frá, at tey hava opið mikudagin frá kl. 14 til 16, har øll hava møguleika atsíggja okkara nýggju hølir. Ábit verður eisini at fáa.
Í fráboðanini liggur eisini, at teir eldru borgararnir í oynni nú hava fingið egin hølir at húsast í. Hóast flutt varð inn í tey í farnu viku, so verða tey alment tikin í nýtslu seinnapartin í dag.
- Vit vænta og vóna at síggja nógv fólk til móttøkuna, bæði yngri og eldri. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Kristina á Reynatúgvu, sum er leiðari á Hugnanum.
Luksus-trupulleiki
Tilhaldið í Sandoynni lat upp í februar mánaði 2003. Tað var ætlað sum eitt dagtilhald fyri tey eldru í allari oynni. Hóast tað hevur heimstað á Sandi, so hava fólk úr øllum bygdunum í oynni verið við.
Frá byrjan av hildu tey til í einum hølum í missiónshúsinum á Sandi. Hetta vóru góð høli og egnaði til endamálið, men tey fingu kortini ein óvæntaðan trupulleika at stríðast við.
- Ja, tú kann kalla tað ein luksus-trupulleika. Men undirtøkan gjørdist so stór, at vit nokk so skjótt sóu, at her mátti ein onnur loysn finnast, sigur Kristina á Reynatúgvu.
Tey leitaðu so eina tíð, og komu so fram á nýggju hølini, sum í dag verða tikin alment í nýtslu. Fyrimunurin her er at hølini eru teirra egnu, og at tey kunnu lata síni ting verða standandi til næstu ferð.
Opið er vanliga millum kl. 14 og 17, soleiðis at tey eldru kunnu koma til og frá heimbygdini, annaðhvørt við bussi ella leigubili.
Bowla og bocchia
Undirtøkan til tiltøkini í tilhaldinum hevur verið sera góð. Í miðal munnu tey vera úr 15 upp í 20 fólk, ið hava sína gongd í Hugnanum, tá tað er opið mánadagar og mikudagar.
Á skránni hava tey mong ymisk tiltøk, sum verða kunngjørd eisini her í blaðnum. Mánadagin í hesi vikuni var spurnarkapping á skránni, eins og møguleiki var at spæla ymisk spøl, so sum talv og kort.
Tey hava haraftrat verið íðin í ymsum øðrum sløgi av leiki, m.a. við bocchia. Útferðir verða haraftrat gjørdar í oynni og av oynni. Tey hava enntá verið og bowla í Havn.
Jú, tað er vist. Tað er lív í teimum gomlu í Sandoynni.
mynd úr arkivi
Tey eldru í Sandoynni fáa nú betraðar umstøður í nýggja tilhaldinum á Sandi