Opið hús verður frá kl. 10-15 við kakao og bollum. Klokkan 15 verður felagssangur og eftir tað bjóðar Jákup Lindenskov, nevndarformaður í Tilhaldinum, vælkomin.
Síðan halda Wanja Petersen, leiðari í Tilhaldinum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu. Gestarøðari verður Jógvan Fríðriksson, biskupur. Eftir ein felagssang verður
drekka og lagkøka í kjallaranum og á 1. hædd, meðan Árni Hansen situr við flyglið.
Wanja Petersen sigur, at Tilhaldið fekk beinanvegin sera góða undirtøku. Í fjør vóru 13.000 vitjandi, og í ár hava longu 800 fleiri vitjað enn í januar og februar í fjør. Hetta kemur helst av, at vit nú hava fleiri nýggj tilboð, sigur Wanja, sum bjóðar øllum at vera vælkomin í førðingardag hjá Tilhaldinum mikudagin.
mg