Tilgongdin er veksandi og royndirnar eru góðar

Royndirnar hava verið góðar síðani Fountainhúsið læt upp í Havn

Royndirnar við Fountainhúsinum í Havn, sum hevur virkað síðan 1. apríl í fjør, eru góðar.

 

Tað halda tey í Almannamálaráðnum.

 

Almannamálaráðið staðfestur, at Fountainhúsið er enn í menning, men kortini merkja tey, at tilgongdin til tilboðið er vaksandi.

 

 

- Húsið hevur nógvar limir og nógv virksemi er í húsinum hvønn dag, sigur Almannamálaráðið fyri Løgtinginum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar.

 

- Fleiri av limunum eru farin víðari í arbeiði, í skúla ella hava fingið lærupláss. Harafturat eru umleið 15 fólk í arbeiðsroynd sum er fyriskipað saman við Almannaverkinum.

 

Íapríl til desember í fjør, hevði Fountainhúsið 106 fyrispurningar, og fyrstu átta mánaðirnar í ár, hevði tað 61 fyrispurningar, sigur Almannamálaráðið.

 

Fountainhúsið er eitt tilboð til fólk, sum eru sálarliga illa fyri, og endamálið er at venja teir sosialu og fakligu førleikarnar í einum tryggum umhvørvi og við eini ferð, sum hóskar til tann einstaka.

Í einum fpuntainhúsi hava sálarsjúk góðar møguleikar at fóta sær aftur í samfelagnum og á arbeiðsmarknaðinum, og tað fyribyrgir, at fólk aftur og aftur verða innløgd á sálarsjúkrahús, tí samfelagið ikki er til reiðar at lofta teimum.