Tilfeingisrøkt

Nú valið er av á hesum sinni, kann vera vert at hugleiða eitt sindur um tilfeingisrøkt

Orðið tilfeingi sigur teimum flestu lítið. Tað kann næstan vera alt, tí tað skal fevna um fisk, alifirðir, olju, jørð o.s.fr. Tilfeingi er nakað abstrakt, sum er lætt at brúka hjá eitt nú politikarum, men flest øll vita, at fiskur og olja er ikki tað sama.

 

Hinvegin týðir føroyska orðabókin tilfeingi sum “nøgd av tilfari ella ríkidømi, sum er til taks (serstakliga í náttúruni)” og vísir til danska orðið “ressource”. Týðingin bendir á, at tilfeingi er rættiliga ítøkiligt, t.e. olja, kol og málmur, og tí tala vit ofta um livandi tilfeingi mótvegis øðrum, eitt nú olju. Hetta tilfeingi, tilfar ella ríkidømi, skal vera til taks. V.ø.o. tað skal vera til at taka upp og brúka, meðan livandi tilfeingi skal heystast.

 

Olja er ikki fiskur – og tó

Í mongum er kanska ikki so stórur munur á, hvørji atlit mugu verða tikin, tá olja verður tikin upp, og tá fiskur verður veiddur. Oljan er, tá samanum kemur, í avmarkaðum nøgdum, sjálvt um tað tykist bera til við mentari tøkni at fáa væl meira upp úr oljufundi enn upprunaliga mett var til, og eitt sindur seyrar til. Tí má hann, ið tekur olju upp, ansa eftir, at onki rennur burt, ið tað við seinni tøkni ber til at fáa til høldar.

 

Av umhvørvisávum verða tí eisini strong krøv sett til hetta, men fíggjarliga er tað heldur ikki skilagott at fara óstortliga fram og við ósketni. Óneyðugt at siga, skulu í oljutøku somu strongu atlit takast til trygd hjá fólki og útgerð sum í fiskivinnuni.

 

Munurin millum oljutøku og fiskiveiðu er, at snýr tað seg ikki um okkurt hissini rend av høgguslokki, er stovnurin, fiskað verður av, livandi náttúra, og farast má tí um hann við tí ansni og virðing, sum alt livandi krevur, skal tað vaksa og nørast. Eru liviumstøðurnar til vildar, t.e. hiti/kuldi, streymur, æti og gýtingarmøguleikar vm. heldur stovnurin sær á tí stødd, sum best hóskar til hesar umstøður, um annars fiskiskapurin eftir stovninum heldur sær innan tað mark, stovnurin tolir.

 

At finna hetta markið er ongum beskorið. Frægast at koma næst tí eru teir, sum mugu, tí tað hevur alt at siga fyri teirra lív og morgundag. Ongantíð teir, sum skulu røkja øll onnur áhugamál um somu tíð.

 

Tilfeingisrøkt er ikki lotto-spæl

Martin á Bakka segði einaferð søgu um sveisiskar fiskakeyparar, ið ikki høvdu hug at keypa fisk frá nýstovnaða United Seafood, ið hevði yvirtikið Bacalao, haðan teir høvdu keypt Nú vóru tað ikki longur fiskimenn í orðsins víðastu og bestu merking, sum teir skuldu gera keypsavtalu við, men peningamenn, gamaní ein almennur grunnur, men teir hugsaðu sum peningamenn. Teirra royndir vóru, at slíkir vóru ikki at líta á. Fingu teir eitt gott boð fyri síni partabrøv, seldu teir uttan at blunka og uttan at hugsa um síni samstarvsfeløg. Ongin kundi byggja eina forrætning upp á slík sambond.

 

Bóndi og fiskimaður má elska sítt starv og kenna tað sum sítt lívsstarv fyri at fáa nakað burtur úr. Vit vita, at hann verður sjáldan leingi ríkur í øðrum enn í tí nøgdsemi, sum dagliga arbeiðið, vónin og gleðin um gott ár og fong gevur. Hann ræður ikki yvir umstøðunum, veðrinum, gróðrinum og heldur ikki yvir marknaðinum og teimum prísum, hesin gevur.

 

Skal hann liva við øllum hesum óvissum, má hann hava onkran tryggleika. Hann má eiga sína jørð ella sín part av tí havi, sum hann skal royna á, og hann má eiga sína útgerð. Hann kann ikki velja sær hetta sum lívsstarv sum leigulendingur. Tað ger ongin, og tað kann undra, at politiskir flokkar við ein munn tala um íverksetarar, men byrgja vinnurekandi í okkara elstu høvuðsvinnum inni í leigulendingaskipanum.

 

Vit hava eisini sæð, hvat verandi skipanir føra til. Lottospæl líkum svartaperi. Fiskiveiða er vorðin eitt pengaspæl, har møguleikar og útgerð verða handlað fyri stórar upphæddir, uttan at vinnan verður betri fyri, tíansheldur tilfeingið.

 

Politikararnir, sum í gáloysni í 1994 valdu hesa skipan, hava verið kvikir at venda peikifingurin eftir teimum, sum hava troytt skipanina, heldur enn móti sær sjálvum. Nú skal vinningurin tí skattast, men skipanin, leigulendingaskipanin, verður í sínari grund tann sama. At onki fer at koma inn við hesari skatting, hugsi eg, at flest øll síggja, - og mann tað bøta um tilfeingið?

 

Sama skipan sæst nú koma í landbúnaðin.

 

Feli ella einbýttar hagar

Í fiskivinnuni við Føroyar hava vit tvey væl eydnað dømi um tilfeingisrøkt. Annað er í hummaraveiðu og hitt er í jákupsskeljaveiðuni. Fleiri eru um at reka hummarafiskiskapin á avmarkaðum øki, meðan bert ein hevur loyvi at veiða jákupsskel á somuleiðis avmarkaðum øki. Í hvørgum føri frættist um, at tilfeingið er hótt, heldur tvørtur í móti vísa kanningar, at væl verður farið um.

 

Báðir fiskiskapirnir hava tað felags, at teir eru at kalla frælsir, og fiskimenn kenna seg hava ognarrætt og tí eisini ábyrgd av vinnuni.

 

Størsti skaðin, ið hendi í 1994, var, at livandi tilfeingi í havinum gjørdist landsogn. Sagt er, at tað er ogn Føroya fólks, men veruleikin er, at hetta tilfeingi gjørdist ogn politikaranna, og umsitingin av tí gjørdist enn meira politisk, enn hon nakrantíð hevði verið.

 

Varð tilfeingið ístaðin skipað sum óðalsjørð á landi, og eins og her at røkt og skurður vórðu avrádd á hagastýrisfundi, máttu ognarmenn semjast á egnum aðalfundi, heldur enn sum nú, har teir við bestu løgfrøðingunum og bestu politisku sambondunum kunnu spæla hund við eitt veikt politikarastýri og vinna sær fyrimunir til ógagns og skaða fyri aðrar ognarmenn.

 

Á landi síggja vit, hvat hendir í haganum. Graslendi minkar ár um ár. Skriður og reyn síggjast sjónskari í dag, og tó eg ikki havi beinleiðis prógv, tori eg at halda upp á, at grasminkingin er størst í leigulendingahøgum og í høgum við kenning.

 

Bert í bestu árum kann festibóndi liva av sínum festi, um hann leggur seg eftir mjólkarframleiðslu, men hon tekur so aloftast alla hansara orku og tíð. Nógvir hagar verða tí røktir av øðrum, sum umframt røktingarløn sleppa at hava egnan seyð í haganum. Óneyðugt at siga verður hagin tá yvirskipaður, serliga um sumrarnar við nógvum tvílembum. Sama skili er við nógvum kenningsseyði. Ovbit og moldloysi verður hareftir og veksur ár um ár.

 

At leigulendingurin nú kann leiga øðrum ta jørð, hann ikki sjálvur røkir, eggjar til enn størri vanrøkt og moldspell.

 

Leigulendingur á politikaraogn

Politikarar eru ikki valdir at spæla ognarmenn, og tað er eisini tað, teir duga minst til. Hvussu ólagaligir og illa lýddir privatir ognarmenn kunnu vera, so duga teir alra flestu at ansa eftir sínum ognum. Ognir, sum eru væl umsitnar, hava ikki bara virði fyri sínar ognarmenn, men eru til gagns fyri alt samfelagið.

 

At ansa eftir og skipa fyri lógum, so privatir ognarmenn ikki misnýta sínar ognir og tað vald, tær geva teimum, til skaða fyri aðrar ognarmenn og umhvørvið, er fremsta uppgávan hjá politikarum; tað teir eru valdir til og skulu duga.

 

Einasta rætta loysnin – at lata landsjørðina og havið við sínum livandi tilfeingi til ognarmenn at røkja í skipanum líkum fela – er ongin lítil avbjóðing og, so langt út sum tað er komið, heldur ikki kostnaðarleyst. Men verður tað ikki gjørt, verður havið oytt og hagarnir grasleysir.

 

Stór orð um umhvørvi, og at vit vilja fylgja altjóða sáttmálum, bata lítið, um vit framhaldandi bert vilja pjøssa um vánaligar lógir fyri at fáa skeivar skipanir at virka eftir tí, sum tær eru sagdar at gera, men ongantíð kunna.