Vinnunevndin hjá íslenska Altinginum hevur fingið eina rúgvu av skrivum, nú hon viðger eitt uppskot hjá stjórnini um tilfeingisgjaldið í fiskivinnuni.
Millum teirra, sum hava sent nevndini viðmerkingar, eru fakligi landsfelagsskapurin ASÍ, reiðarafelagið LÍÚ, fiskimannafelagið og Havrannsóknarstovnurin.
Í reiðarafelagnum er eingin ivi um, at tilfeingisgjaldið er skattur, meðan arbeiðararørslan hevur ta øvugtu áskoðanina og sigur millum annað, at tað er beint at krevja endurgjald frá teimum, sum fáa atgongd til náttúrutilfeingið.