Tað var vinnunevndin hjá Altinginum, sum skjeyt upp at lækka tilfeingisgjaldið elle veiðigjaldið, sum íslendingar rópa tað.
Samtyktin ber millum annað í sær, at næsta fiskiár verður veiðigjaldið á svartkjafti 12 oyru pr. kilo, á makreli 31 oyru, á sild 40 oyru og á lodnu 20 oyru pr. kilo.
Í sambandi við veiðigjaldið á svartkjafti vísti vinnunevndin á, at svartkjafturin verður veiddur í føroyskum øki og er sostatt rættiliga óhøgligur hjá skipunum. Nevndin helt, at er veiðigjaldið ov høgt, er vandi fyri, at tað fer ikki at loysa seg hjá skipunum at fara eftir svartkjaftinum.
Sigurður Ingi Jóhannsson, fiskimálaráðharri, segði á tingfundinum, at uppskotið hjá vinnunevndini er eitt stig tann rætta vegin. Hann segði, at íslendska fiskivinnan er ein sera fjølbroytt vinnugrein, og at tað er neyðugt at hava í huga, at útlitini eru verri, enn tey hava verið tey seinnu árini, og at tað tí er neyðugt at fara varisliga fram.