Teir báðir borgarligu stjórnarflokkarnir í Íslandi samdust í gjár um, hvussu nógv fiskivinnan skal rinda í tilfeingisgjaldi næsta fiskiár. Eftir semjuni og uppskotinum, sum varð lagt fyri Altingið í gjár, verður tilfeingisgjaldið 9,5 milliardir íslendskar krónur ella umleið 475 milliónir danskar krónur næsta fiskiár. Eftir ymsar frádráttir fer tað at geva ríkiskassanum átta milliardir íslendskar krónur ella áleið 400 milliónir krónur í okkara peningi.
Vinnan er sera misnøgd við uppskotið hjá teirri borgarligu stjórnini. Stjórin í reiðarafelagnum, Kolbeinn Árnason, sigur við Morgunblsðið, ast uppskotið er eitt vónbrot. Hann sigur, at veksandi avgjøld á fiskivinnuna hava longu fingið avleiðingar. Eitt nú eru smá reiðarí givin, og frystitrolarar eru lagdir, sigur hann.
Stjórin í reiðarafelagnum ásannar, at sambært uppskotinum lækkar tilfeingisgjaldið umleið 20 prosent næsta fiskiár, men samanborið við úrslitið hjá vinnuni er talan um hækking, tí úrslitið hjá vinnuni er versnað umleið 30 prosent, sigur hann.
Støðan hjá íslendsku fiskivinnuni er heldur ikki serliga góð, um hugt verður í eina frágreiðing, sum grannskoðarafyritøkan Deloitte kunngjørdi nú um dagarnar.
Sambært henni fer íslendska fiskivinnan at rinda einar átta milliardir íslendskar krónur ella umleið 400 milliónir krónur í inntøkuskatti í ár. Til samanberingar vísir grannskoðarafyritøkan á, at í 2012 rindaði vinnan knappliga 440 milliónir krónur í skatti, og sambært reiðarafelagnum vísa roknskapir hjá vinnuni, at tað gongur tann skeiva vegin.