Tilfeingisgjald og landsbankastjórin

Jógvan Sundstein
--------

Sat og lurtaði eftir útvarpstíðindunum nú í kvøld og hoyrdi millum annað landsbankastjóran koma við ráðum og tilmælum til politikarar um búskaparligu støðuna.

Ráðini vóru hesi: “Eitt tilfeingisgjald á fiskivinnuna er gagnligasta átak, sum føroyskir politikarar kunnu fremja, fyri at fáa vøkstur í føroyska búskapin og halda vælferðini á sama stigi sum í dag”.

Samstundis havi eg á portalinum lisið eina útsøgn frá einum av Føroya raskastu monnum innan fiskivinnuna, Mortani Johannesen.(hjá Andriasi). Hann tosar út frá síni livserfaring, og ikki haldi eg, at hann gleðir seg seg til at uppliva, at tilfeingisgjald skal leggjast á hansara dagliga vinnuliga virksemi.

Nú eri eg ein av teimum sum ynskja, at vøkstur kemur í føroyska búskapin, og eisini ynski eg vælferðina hildna við líka. Hin vegin veit eg eisini, at vinnuligt virksemi er grundarlagið undir skapanini av øllum vælstandi, herundir eisini vøkstrinum av vælstandinum. Vælstandurin er so aftur grundarlagið undir vælferðini.

Definitiónin av vinnuligum virksemi er breið, men ein fundamentalur partur av hesum er framleiðsluvinnan og virðisøking av vørum. Eg eri kanska, sum tíðin er liðin komin eitt sindur burtur frá vanliga dagliga strevinum og teim avgerðum, sum áður skuldu takast, men eg royni kortini at fylgja við, og havi framvegis eitt sindur við vinnulív at gera. Tí gleðir tað meg at hoyra, at eitt slíkt gandatiltak sum tilfeingisgjald, skal kunna bjarga føroyska búskapinum, so bæði vøkstur, landskassahall og vælferðin øll, njóta gott av hesum.

Tí fari eg at biðja Sigurd Poulsen, landsbankastjóra, at útgreina, hvussuleiðis hetta gjaldið, sum er ein kostnaður fyri vinnuna, ger, at hon fær betri umstøður, og harvið økir virðiskapanina í landinum.
Eg skal viðganga, at eg havi mín iva um tiltakið, tí meirkostnaður minkar vanliga um kappingarføri. Men um eg fái eina fullgóða frágreiðing kann tað verða, at eg eisini taki undir við skipanini.