Tað merkir, at blokkstuðulin veksur við 8,6 milliónum krónur.
Í fjør var stuðulin 615,5 milliónir krónur.??Boðað verður eisini frá, at ríkisveitingini hereftir verður prístalsregulerað, og at støðið soleiðis verður 624,1 milliónir krónur fyri 2012.?
Lógin kemur í gildi dagin eftir at hon er lýst.
Tað merkir, at løgmaður og landsstýrið fingu 191,4 milliónir krónur minni, enn lovað.
Spurningurin er so, hvat er taktikkur og hvat er politikkur. Fólkaflokkurin hevur so ongantíð trúð upp á eina hækking. Spurningurin er so, um løgmaður veruliga hevur trúð tí, hóast eingin annar hevur trúð upp á tað. Men nú er hann farin at tosa um tilfeingisgjald. Helst hetta er taktikkur frá løgmanni? Tí nú má Fólkaflokkurin slaka í onkrum máli.
Kanska úrslitið verður tilfeingisgjald aftur fyri flatskatt til tey ríku...?










