– Vit hava í Føroyum brúk fyri fólki, sum hava skil fyri føroyska náttúrutilfeinginum og náttúruni sum heild.
Soleiðis sigur nýggi rektarin á Miðnámi í Vestmanna, Magnus Gaard, í Lestrarblaðnum hjá Sosialinum, sum kom út í vikuni.
Í hesum sambandi er tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna ein upplagdur møguleiki hjá teimum, sum kundu hugsað sær at arbeitt við náttúru reint náttúrufrøðiliga og eisini samfelags- og búskaparfrøðiliga
Talan er um eina breyt á jøvnum føti við allar aðrar breytir í miðnámsskúlaskipanini, sum tekur trý ár og gevur atgongd til hægri lærustovnar.
Læra um burðardygd og gagnnýtslu av tilfeingi
Tað serliga við tilfeingisbreytini í Vestmanna í mun til aðrar breytir á øðrum miðnámsskúlum er, at hetta er ein grøn breyt.
Tilfeingisfrøðin fyllir lutfalsliga nógv á breytini, og hetta er ein tvørfaklig lærugrein, sum snýr seg um náttúrugrundarlagið í Føroyum, umhvørvið og burðardygga gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.
Haraftrat er ein samfelags- og búskaparlig lærugrein, sum eitur tilfeingisbúskapur.
– Visiónin er at hava eina breyt á miðnámi í Føroyum, sum tekur støði í einum føroyskum veruleika í føroyskari náttúru. At vit liva í náttúruni og gagnnýta hana so burðardygt, sum til ber, sigur Magnus Gaard, sum sjálvur er útbúgvin lívfrøðingur.
Hann vísir á altjóða grøna rákið, sum passar væl til breytina.
– Burðardygd, gagnnýtsla av tilfeingi og upplivingarbúskapur er nógv uppi í tíðini beint nú, og tað er júst hetta rákið, sum tilfeingisbreytin rúmar rættiliga væl, sigur Magnus Gaard.
Viðkomandi verkætlanir
Á breytini verður serliga undirvíst í náttúruvísindaligum lærugreinum. Triðja árið er møguleiki at velja tilfeingi á A-stigi, har næmingarnir skulu gera fýra verkætlanir um ymisk øki innan fyri tilfeingi.
Næmingarnir fáast við evni, sum eru háaktuell og viðkomandi í føroyska samfelagnum. Rektarin kemur her við nøkrum dømum um spennandi verkætlanir:
– Fyri seks árum síðani gjørdi ein næmingur eina verkætlan um húsabjálving av seyðaull. Og nú hevur fyritøkan Navia eina vinnuliga ætlan um at gagnnýta júst seyðaull til húsabjálving, fortelur Magnus Gaard og heldur fram:
– Fyri trimum árum síðani kannaði ein bólkur plast í maganum hjá havhestum, sum er ein problematikkur, vit hava hoyrt nógv um seinnu árini. Og áðrenn smoltstøðin hjá Bakkafrost varð bygd á Strond, høvdu nakrir næmingar kannað, hvussu nógv vatn er í einum øki, og hvussu nógv mann kann loyva sær at taka, greiðir hann frá.
##med2##
Ferðavinnan er eisini eitt dømi um eitt háaktuelt evni, sum næmingarnir á tilfeingisbreytini arbeiða við.
– Vit hava eisini sæð, at tað eru ávís stríð um rættindi at ganga í haganum, har landbúnaður og ferðavinna og fólk sum heild hava hvør síni áhugamál í lendinum í Føroyum. Hetta er ein kritiskur tilfeingisspurningur, sum vit viðgera her samfelags- og náttúrufrøðiliga, sigur Magnus Gaard og vísir á viðkomandi spurningar, sum næmingarnir kunnu seta:
– Skulu vit brúka lendið til matvøruframleiðslu, ella skulu vit brúka tað til at vísa fram? Hvønn týdning hevur hetta fyri búskapin og umhvørvið?
– Koks hevur júst fingið eina stjørnu fyri burðardygd, og nógv av tí, tey arbeiða við, eru spennandi nýggj sløg úr føroysku náttúruni.
Passar væl saman við fleiri hægri útbúgvingum
Tað er ikki bara í Vestmanna, at stórt fokus verður lagt á tilfeingi og burðardygd. Á Københavns Universitet ber til at taka bachelorútbúgving í náttúrutilfeingi, sum hevur fýra breytir: Náttúrufyristing, umhvørvisvísindi, umhvørvisbúskapur og plantuvísindi.
– Útbúgvingin er í roynd og veru eitt beinleiðis framhald av tí, mann lærir á tilfeingisbreytini. So mann hevur ein stóran fyrimun sum næmingur í Vestmanna, um mann ætlar at søkja tann vegin, sigur Magnus Gaard.
– Av tí at burðardygd og náttúra eru so aktuell og týdningarmikil evni, er tað upplagt at taka hond um tað á miðnámi beinanvegin, leggur hann aftrat.
Fleiri av teimum, sum hava tikið prógv á Miðnámi í Vestmanna, eru farin undir hægri lestur á universitetum í londum sum Norra, Danmark, Póllandi, Australia, Skotlandi og Onglandi.
Spennandi tíð fyri framman
Magnus Gaard hevur sjálvur arbeitt við lærugreinini tilfeingisfrøði síðan 2013, og hann hevur tí framleitt undirvísingartilfar, sum kemur út sum sBók til næsta skúlaár.
Eisini kann sigast, at tað eru ætlanir um at føra tankan við tilfeingisbreytini víðari og kunna bjóða eitt støðisár, har mann kann taka fyrsta árið av einari universitetsútbúgving í Vestmanna sum støðisár við arbeiðsmøguleikum og so halda fram á einum útlendskum universiteti, um áhugi er fyri tí.
– Tað verður ikki enn, men vónandi í 2021, um alt gongur, sum tað skal, sigur Magnus Gaard, rektari.