Floksting
Tað skerst ikki burtur, at tað, sum meginparturin av Tjóðveldinum hevur lagt dent á í spurninginum um veiðirættindi og rættindini til fiskiríkidømi, er at skipa eina tilfeingisbúð, sum flokkurin rópar tað.
Á flokstingi Tjóðveldisins í Skálavík viðgjørdi Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í tilfeingismálum, eisini hesa tilfeingisbúð.
- Bulurin ella hjartað í uppskotinum, sum vit hava smíðað og lagt fyri tingið, er tilfeingisbúðin. Hetta er ein búð, sum tær almennu Føroyar skipa. Eftir 10 árum er ætlanin, at øll rættindi til at taka úr tilfeingi føroyinga – bæði úr okkara egna sjógvi og úr okkara rættindum í fremmandum sjógvi – skulu umsetast og handlast um hesa tilfeingisbúðina.
Tórbjørn vísti á, at ein veksandi umsetiligheit hevur tikið seg upp í fiskidagaskipanini hesi seinnu árini, og hann legði aftrat, at tey flestu hava tikið undir við hesum.
- Hetta hevur ivaleyst gjørt skipanina meira liðiliga, og hetta hevur ivaleyst eisini ment dynamikkin í vinnuni munandi. Spurningurin er bara, hvør skal skipa hesa umseting – tey, ið frammanundan hava fingið rættindini frá tí almenna fyri einki ella tær almennu Føroyar vegna Føroya fólk.
Løgtingsmaðurin vísti á, at tað er trupult at broyta strukturar í eini altavgerandi høvuðsvinnu eftir einum degi, tí tá kundi skaðin skjótt verið størri enn gagnið. Tí er eisini alneyðugt, at vinnan fær høvi at virka í eini skiftistíð, har givnu loyvini verða niðurlagað eftir einum tíggjuáraskeiði.
- Loyvini skulu síðan gerast umsetilig og verða handlað um tilfeingisbúðina, sum skal virka leys av politiskum myndugleikum.
Hann skeyt upp, at tilfeingisbúðin verður stjórnað av eini nevnd, sum vinnan á sjógvi og landi setir, eins og einum dagligum rakstrarleiðara, sum avvarðandi landsstýrismaður setir í starv.
- Í lógini um vinnuligan fiskiskap er rætturin til fiskiloyvini, sum nú eru í umfari, galdandi fram til ársskiftið 2017/2018, legði løgtingsmaðurin aftrat.
Tórbjørn Jacobsen helt fyri, at í størst møguligan mun eiga vit at halda fast um ásettu bólkarnar í lógini, eins og vit eiga at halda fast um skottið millum húk og trol.
- Í 10 ára skiftisskeiðnum, sum eftir er, eigur
útróðrarflotin í bólki 5, sum eru bátar undir 15 tons, eisini at vera hildnir uttanfyri skipanina.
Løgtingsmaðurin nam eisini við teir vansar, sum eru í verandi skipan.
Hann segði, at eigarastruktururin í føroyskari fiskivinnu hevur cementerað seg, sum hann málbar seg, hjá teimum, sum upprunaliga og politiskt fingu 10 ára brúksrættin til føroyskt tilfeingi.
- Gongdin seinastu árini hevur verið rættiliga greið, har ein kapitalisering av rættinum at fiska er farin fram. Eingin ivi er um, at hetta er ein trupulleiki fyri fiskivinnuna – fyri tey, sum starvast í vinnuni og fyri alt samfelagið.
Tórbjørn Jacobsen segði, at teir trupulleikar, sum standast av hesum, eitt nú eru veksandi monopolisering, eins og rætturin at fiska til endans gerst so dýrur, at ógvuliga fá hava møguleikan at koma inn í vinnuna.
- Seinastu árini eru skip handlaði fyri 5-10 ferðir tað, sum tólini í sær sjálvum eru verd, segði løgtingsmaðurin á flokstinginum í Skálavík.