Tilbygningurin til Vágsverkið tekur skap

Tað gongur væl við nýggja tilbygninginum til Vágsverkið, sum skal húsa nýggja motorinum.

Tað gongur væl við nýggja tilbygninginum til Vágsverkið, sum skal húsa nýggja motorinum, sum skal setast upp eftir summarfrítíðina og eftir ætlan koyra fyrst í komandi ári.

 

 

Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðinum at byggja tilbygningin til Vágsverkið. Tilbygningurin skal verða klárur at taka ímóti nýggja motorinum, tí sokallaða M4, í august mánað. Frammanundan eru tveir eldri motorar, M1 og M2, og ein eitt sindur nýggjari motorur M3 á Vágsverkinum. skrivar sudurras.fo..

 

Nýggi motorurin er ein Wärtsilä motorur typa 9L32 og ein generator av slagnum ABB við eini samlaðari effekt á 3974kWe. Talan er um eina framkomna loysn, sum tryggjar SEV økta streymveiting í Suðuroynni komandi árini.